Bóndi stevnir soldáti
Í árinum 1790 legði ein nólsoyarbóndi sak móti soldátinum Heina Joensen, tí hann hevði tikið son sín aftur frá honum, so ringt, sum hann hevði tað. Heini var dømdur 8 rdr. 56 sk. í sekt, og við tað at hann ikki var mentur at rinda sektina - sjálvur hevði hann ikki meira enn 10 rdr. 80 sk. í ársløn - skuldi hann pantast.
Hetta tókti tó kommandantinum Born at vera ovmikið svárt, og hann skrivaði so til Rentukamarið, um maðurin ikki kundi sleppa at “sita” fyri bótina. Rentukamarið sýtti, men gjørdi tó so væl at biðja fútan lata Heina fáa 6 rdr. til gávu.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.
[Bygd: Nólsoy, Tórshavn]