Skip to main content

Sigursteinur

Tað sigst, at dímuningar einaferð royndu at fáa fatur á sigursteini.

Teir tóku eggini frá ravninum og kókaðu tey og løgdu so aftur í reiðrið. Ravnurin bøldi so og lá í fimm vikur.

Ungar fekk hann ongar, og dímuningar ongan sigurstein, men ravnurin var so hungraður, at hann legðist í hagan at drepa lomb, so hann mátti skjótast fyrst, ið til bar.

Jóannes í Skopun var tá ikki farin av Oynni.

Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.