At fara á Dánialsmið
Tá ið onkur lovaði at gera eitt ella annað hóvverk í morgin, og tey, ið hoyrdu, ivaðust í, um nakað kom burturúr, so plagdu tey at siga: “Tú fer á Dánialsmið í morgin”.
Hetta skuldi koma av, at tá húskallarnir í Kirkjubø fingu kjøt til nátturða, vóru teir so fróir og fegnir, at teir millum annað lovaðu: “Í morgin fara vit á Dánialsmið”.
Men tá ið morgunin kom, var minni um teir, og ferðin varð av ongum.
Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.