Villingarætt
Hetta navnið fyri seyðarætt hoyrdi eg fyrstu ferð og fekk at vita, hvat tað var, einaferð eftir kríggið, eg fór eystur um land til Skálavíkar.
Bilmenninir vóru farnir at skifta fossanøvnini undir Hæddini um. Eg visti at “Fossurin á Elinarhúsi” var hin heimari, og “Fossurin í Rættum” hin innari, men spurdi tó Benjamin Johannesen, ið var við, um hetta ikki var “Fossurin í Rættum”, vit fóru um. Jú so var. Hann sigur so: “Tað var her, gamla rættin í Innastahaga var; hatta eru farvegirnir til teir gomlu rættargarðarnar, vit síggja á Lítlavatnsoyrini.
Hetta visti eg, men so segði hann: “Tað var ein villingarætt.” Eg spurdi so: “Hvat var tað, tú segði? Segði tú villingarætt?” “Ja, teir róptu tað so, Jóannes móðurbróðir og Dánial á Oyri. Tað var einki lið á rættini, bara bakaðir garðar, sum seyðurin varð rikin á; hann leyp so inn av garðinum, men slapp ikki útaftur, og varð hon gjørd so, tí ofta var vargur í hjá teimum.”
Rættin varð tó burturløgd, og skuldi hetta vera tí, at seyðatjóvar kundu gera sær gagn av at brúka hana, tí ein maður einsamallur kundi fáa seyð at leypa innum. Benjamin segði mær einaferð seinni, at Villingaurð var staðið, har teir fyrr í tíðini róku “Skálhøvda”; hann var sum oftast vargur. Onkuntíð varð hann rættaður á Borðutanga.
Hann segði eisini, at teir báðir, Dánial á Oyri og Jóannes innan fyri Garð, plagdu at siga, tá ið teir tosaðu um ær, ið vóru vorðnar vargur: tær eru vorðnar rættur villingur.
Heimildarfólk: Benjamin Johannesen, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.