Skip to main content

Tormansmið

Soleiðis nevna nólsoyingar og skálvíkingar eitt torramið, ið báðir partar rógva. Havnarmenn hava eisini rógvið har og kalla tað Skálvíksgrynnuna.

Hvør, ið hevur funnið miðið, veit eg ikki, men nólsoyingar siga seg at hava funnið, og at skálvíkingar fingu mann úr Havn ella úr Nólsoy at siga frá og lótu hann fáa eitt krov afturfyri.

Hetta dámdi nólsoyingum illa, og kallaðu teir tá miðið Krovið.           

Heimildarfólk: Jakob Rein (hjá Pedda), Tórshavn. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.