Pokurnar í Skálavík ár 1710
Eftir gamla manna søgn vóru pokur í Skálavík árið 1710. Her skal sigast frá, hvat mær er sagt, um hvussu sjúkan kom, og hvussu hon tíggjaði sær í bygdini.
Ein húskallur hjá Páll bónda í Dalsgarði (Poul Jacobsen), var farin til eitt hálendskt loynikeypskip og hevði keypt eitt tubbaksrull; hann legðist sjúkur stutt eftir. Genta hansara var í bóndahúsinum í Stovuni (hon hevur helst verið dóttir stovubóndans. J. D.). Gentan vildi hava sín sjúka drong til sín, so hon kundi røkja hann sum best. Tað var henni eftirlíkað, og voldi hetta, at býlingurin í Innara Dali doyði út, bert ein maður livdi eftir, hann æt Hanus Jákup, men varð eyknevndur Sjakkin; hesin maður bar øll, ið doyðu, til gravar.
Kirkjugarðurin var niðri á Møl, har kirkjan tá stóð.
Ein maður av Skarvanesi, ið átti skyldfólk í Stovuni, kom at vitja síni. Hann fekk sjúkuna, meðan hann var og vitjaði, tað var seinasta fólk, ið sjúkan tók. Hendan mann orkaði Sjakkin ikki at bera í kirkjugarðin, men dró hann á einari rekkjuváð inn í Dalagerði og gróv hann har.
Sjakkin sjálvur fekk ikki sóttina, sum áður sagt. Á Oyrini, ið er sunnan fyri Stórá, var bert eitt hús tá, har kom sóttin ikki. Søgn er, at sjúka ikki skal fara um á. Stutt heiman fyri Oyrarløgini er ein hylur í ánni, ið eitur Ketthylur. Hann skal hava fingið navnið av tí, at har steinaðu Oyrarmenn eina kettu deyða, ið hevði verið yviri í Innara-Dali, meðan sjúkan var har, fyri at kettan ikki skuldi bera sjúkuna yvir á Oyri.
Í Dalsgarði varð eingin smittaður, og søgn er, at bóndin læt alt sítt húsfólk hvønn morgun røra í landtunnuni og anda landroykin í seg, tað skuldi verja móti sjúku.
Kirkjugarðurin, ið nú rópast Pokunakirkjugarðurin, varð tá ikki brúktur meir, men nýggjur gjørdur omanfyri.
Brimið hevur farið illa við hesum gamla kirkjugarði. Gamli Jógvan á Oyri (Joen Danielsen), sum vit minnast, segði, at í sínari tíð, so sum hann mintist, vóru tríggjar kistulongdir av kirkjugarðinum burturmataðar.
Fyri einum 30 árum sóust kisturnar at standa út úr bakkanum, og líkverjurnar vóru eisini at síggja, tær vóru sum brent vadmal, men vondin var skillig.
So varð laðað aftur í bakkan, og síðani hevur hildið. Hetta læt pápin gera, og mær tykir, at øllum tókti tað væl.
Søgan er søgd, so sum pápi mín segði hana, og eg haldi, at hann hevði hana frá Jógvans-Dániali, ið var pápi at áðurnevnda Jógvan á Oyri.
Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.