Mittún
Anna Suffía, dóttir Kristjan Johannesen frá Sandá á Selatrað, giftist til Gjáar, og doyði um 1907.
Hon segði frá, at áðrenn hon fór av Selatrað, var hon guðmóðir at einum barni, hvørs foreldur búðu í Mittúni á Selatrað. Í teirri tíðini var langur vegur til kirkju hjá selatraðfólki. Og á vegnum til kirkju kundi av teim, ið fylgdust, verða snakkað um mangt og hvat. So var eisini nú, barnið skuldi doypast. Mangt og hvat var havt á lofti, og einaferð kom tosið inn á hetta sama barn. Summi hildu vera óskikk, at so mong eftirnøvn í bygdini endaðu við “-sen”. Allir faddrarnir vóru samdir um hetta, og hildu teir tí, at best var at fáa barnið doypt við eftirnavninum Mittún eftir navn býlings, har tað var borið í heim. So varð gjørt. Barnið varð doypt, og so fóru fólk heimaftur til Selatraðar.
Á vegnum heim tingaðust menn um, hvør teirra ið skuldi hava til umboð at siga faðiri barns frá, hvat eftirnavn, ið givið var barninum. Ivasamt kundi vera, hvussu hann vildi taka tað. Umsíðir eintust teir um hetta.
Tá ið barnabáturin legði at landi á Selatrað, kom faðirin oman á støðna at taka ímóti teimum. Hann bað tey vera væl heimaftur komin. Og so fekk hann at frætta um eftirnavn barns, sum øll, ið við høvdu verið í kirkju, róstu tað dúgligasta, tey vóru ment.
Tøgn var eina løtu. So segði hann, at gjørd gerð fekk onga vend, og beyð teimum til húsar. Eftirnavnið Mittún hvarv skjótt av Selatrað, men livir enn í Tórshavn og í Skotlandi.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933