Skip to main content

Fundvísur á sjógv

Vágbingar vóru í Havn til handils. Mjørki var, og teir hildu seg ikki til at fara og bíðaðu eftir, at onkur kunnigur maður vildi vera formaður teirra.

Heimasandsmenn vóru eisini í Havn og við teimum Mikkjal av Reyni. Hann gav seg til at vera teirra formaður suður.

Hann legði frá á Glyvursnesi, og teir sóu ikki land aftur fyrr enn á Porkerisnesi.

Hetta varð hildið at vera gandur.

Heimildarfólk: Jákup Jacobsen í Geil, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.

 


 

Viðmerkingar:

J.D.: Eg skilti søguna so, at hetta var uttan kumpass, men tað kann eg hava misskilt.