Klandur
Fyri ikki so langari tíð síðani livdi ein bóndi “undir Garðsenda” í Hósvík, sum átti tvey børn, son og dóttur. Hesi bæði systkini - sonurin æt Grækaris - vóru ógvuliga góð hvørt við annað. Og tá ið Grækaris skuldi taka festið eftir faðir sín, læt hann systrina fáa aðra helvtina av garðinum.
Grækaris giftist við eini prestadóttur av Kjalnesi í Kollafirði, og systir hansara við einum manni, ið æt Pætur, sum var ættaður úr Nólsoy. Hann var dugiligur útróðrarmaður. Millum hann og prestadóttrina (konu svág hansara) var lítil góðska. Tey høvdu lætt við at klandrast og vera hvørt øðrum ein ringur granni.
Einaferð Pætur hevði verið á útróðri, hevði hann tuskað sær til vørur av einum smuglaraskipi, harímillum nakað av toyi, sum hann eftirsíðan seldi við góðum vinningi. Tá ið grannakona hansara fekk at frætta hetta, meldaði hon hann.
Stutt eftir komu tveir mans úr Tórshavn til Hósvíkar at kanna eftir, um tað var satt, sum hon hevði sagt um Pætur. Men hvussu gjølla leitað varð bæði ovarlaga og niðarlaga, so var tó einki funnið í goymslum Pæturs av ólógligum góðsi, og Pætur segði seg eisini frían fyri at hava gjørt nakað, ið ólógligt var.
So fóru havnarmenninir til hennara og søgdu, at ilt vildi vera av fyri hana, av tí at hon hevði farið við sleygi og falsi. Men hon helt fast við sítt. Teir høvdu ikki hugt nóg gjølla eftir, segði hon. Millum annað spurdi hon teir, um teir ikki høvdu hugt eftir í korntunnum hansara. Jú, tað høvdu teir. Tvær fyltar tunnur stóðu uppi á loftinum, og teir høvdu vent botnin upp á báðum. Ein triðja tunna var eisini, men í henni var bert eitt sløð av korni, so har kundi einki vera krógvað.
“Hygg eftir í tí tunnuni”, segði hon, “har vilja tit ivaleyst finna smuglaragóðsið “.
Satt var. Undir einum sløði av korni funnu teir í hesi tunnu nakað av toyi. Og Pætur mátti gjalda ta ásettu bót.
Pætur hevði kjøthjall sín standandi niðri á bakkanum. Tá ið hann ein morgun tíðliga kom inn har at fáa sær eitt tjógv við til útróðrar, var ein maður beint í ferð við at taka nøkur skerpikrov úr hjallinum. Men Pætur kundi eisini vera ein góður maður í mongum lutum; hann fekk mannin til at bera krovini innaftur í hjallin og læt hann annars sleppa.
Pætur hevði verið dølskur, tað royndi hann seinni, tí hann segði bátsmonnum sínum frá hesum tilburði. Søgan kom longur. Og hansara fíggindi, grannakonan, frætti eisini frá. Hon fekk fatur á honum, ið stolið hevði, og legði honum ráð á næsta tingi at spyrja sorinskrivaran, hvat dóm, ein maður átti at fáa, sum sæð hevði tjóv í hjalli sínum uttan at melda tað til yvirvaldið. Um hann so gjørdi, vildi Pætur koma til at bøta.
Hann, ið stolið hevði, fylgdi ráðum hennara. Sorinskrivarin svaraði honum aftur, at “Hælere og Stjælere skulle begge have lige Løn”.
Tá ið sorinskrivarin hevði sagt hetta, legði Pætur kvikliga 60 rbd. á borðið, sum var “Dannemansmulkt” fyri størri brotsgerðir, samtíðis sum hann segði: “Harra sorinskrivari! Mín brotsgerð var tann, at eg ikki vildi melda hann, ið sum tjóvur stendur undir lið míni, tí eg visti, at tað var armóð, sum fekk hann til at stjala! Lønið honum nú eftir gerð hansara”.
autocad computer network shapes autodesk 3ds max 8 gen buy cheap software autodesk revit architecture 2011 autocad raster imagesTá ið hann, sum stolið hevði, einki átti at bøta við, varð hann førdur til Havnar og settur fastur.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933