Skip to main content

Tásæratúgvan

Beint oman fyri bygdina Oyndarfjørð er eitt fjall, sum eitur Knútur, og har er ein túgva, sum eitur Tásæratúgvan, sum nú fyri tey flestu er farin í gloymibókina.

Eg hoyrdi eina konu – tað er nú langt síðani – fortelja, hvørjum navnið kom av. Áður enn tey skuldu fara fram í Gamansteigar at spæla, skuldu tey kappganga niðan á Knúk, og tey skuldu ganga skóleys, ferðin gekk niðan gjøgnum skriður, so har er ikki mjúkt at ganga; sjálvandi galt um at vera fyrstur, og at tey vóru sár um tærnar, tá ið niðan var komið, man einki vera at ivast í. Harav skal túgvan hava navnið    

Ókendur, ið skrivað hevur bræv til útvarpstáttin “Orðabókina”. Hann nevnir Hans Marius Ejdesgaard sum heimild.Úr bókini: Jóhan Hendrik Winther Poulsen: “Orðabókin”, 2009.