Skip to main content

Sjórænararnir

Fyri mongum Harrans árum síðani kom eitt sjórænaraskip norður ígjøgnum Kvívíkar grunnarnar, hetta hendi, júst í tí fólk í Kvívík vóru við at reka neyt síni inn í eitt tippi í eini lægd. Hetta plássið var annars gyrt við moldgørðum í allar ættir av tí, at fólk livdi í dagligum trega og angist fyri, at sjórænararnir skuldu koma.

Enn tann dagin í dag eru garðarnir kring um tippið sjónligir. Grótið, ið upp var laðað innan fyri garðarnar, er tó nú burtur og brúkt til aðrar garðar. Tippið var 10 favnar langt og 6-7 breitt. Oman ígjøgnum tað rennur eitt lítið gil; tippið liggur eitt fitt petti norðan fyri teir gomlu bøgarðarnar í Kvívík, sum tey nýggju gerðini ganga norður eftir.

Ein av kvívíkingunum hevði kúgv sína standandi í einum fjósi av grót og flag stutt frá húsum sínum; annars høvdu fólk javnliga fjósið fast í roykstovuni. Hann laðaði upp grót fyri fjóshurðina, so hon kom at líkjast vegginum. Og so fór hann saman við hinum bygdarfólkum sínum til fjals undan sjórænarunum.

Men meðan sjórænararnir mólu aftur og fram í bygdini, fór henda kúgvin, ið inni í fjósinum var, at belja, av tí at hon einki hevði fingið at eta; og rænararnir skundaðu sær nú at taka grótið frá fjóshurðini og avstað við kúnni.

Tá ið ognarmaðurin sá ránskropparnar fara við kúnni, græt hann og bannaði gloymsku sína, tí hann hevði verið ov seinur at fáa hana burtur.
Ránskropparnir vunnu ikki nógv av hesi kvívíkarferð. Teir fingu umframt hesa kúnna bert nakað smávegis av húshaldslutum. Javnliga plagdu teir at velja sær út tað raskasta fólkið í bygdini; men har var alt farið at fjala seg.
Úr Kvívík fóru rænararnir til Vestmanna og vórðu har einar tveir dagar. Ein ungur kvívíkingur, ið var í Vestmanna, varð tikin av teimum og koyrdur niður í skipskjallaran.

Náttina eftir lesti ein av skipsmonnunum seg niður eftir einum togi til hansara, segði nakað við hann, ið hann ikki fataði, fór so aftur upp eftir tognum, men læt tað hanga eftir seg.

Kvívíkingurin var ikki seinur at lesa seg eftir tognum. Hann sá ongan, tá ið hann var komin upp. So fór hann í ein bát, ið lá bundin til skipið, og róði til lands. Hann var bjargaður.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933