Skip to main content

Fútagil

Ein fúti var einaferð komin til Dímun Meiru at taka seg til rættis og kanna eftir, um ikki kundi troytast meira av oynni, enn latið hevði verið.

Í tí skili var hann at reika um alla oynna og kom til síðst inn í Grønuskor. Men meðan hann har stóð og talaði við bóndan, fírdi ein húskallur undir hann, so hann stiklaði útav. Staðið nevnist enn Fútagil.

Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.