Skip to main content

Lundaoyðing

Í Borgarurð í Skálavík er ein kulla ella lítil dalur o. u. 1-2 tunnulendi stór og rópast “Lægdin oman fyri Rásina”.

Í hesi kullu, ið fyrr var fín urð, ið nú er vallað útyvir, skuldi nógvur lundi eiga í gomlum døgum, og um hvussu hann varð oyddur, sigst so frá:

Eitt kvøldið, bátarnir vóru og dyrgdu í Borgaríðuni, landkoman var av tí mesta, gjørdu menn av, at teir í felag skuldu fara niðan og manna røðina av, ið er niðan fyri kulluna.

So varð gjørt, og tá manngarðurin kom á røðina, stoytti allur lundin seg í urðina, tí ikki sleppur lundi á flog úr hesi kullu, uttan hann gongur oman á røðina. Við tað at urðin var so fín, so fingu teir dripið alt, ið inni var.

Síðani hevur eingin lundi átt har, tó nógvur lundi eigur bæði omanfyri og til báðar síður.

Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.