Skip to main content

Krypilsár

Søgn er, at eitt ár var so ógrøðiligt, at ein kirkjugerðismaður, ið royndi at leiða kúnna oman í Gunnadal, ið er besti slóttubøur, mátti leiða hana aftur í fjósið, tí hon tók ikki kjaftin í.

Hetta var jóansøkudag.      

Óli í Kirkjugerði, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.