Einasta kongsjørðin í Sørvági
Eitt heystið vóru sørvingar á fjalli í Geldisskor. Har er uppgongd, ið Treppurnar nevnist. Siður var at stjóra seyðin, ið tikin var í skorini, upp um Treppurnar. Men hesa ferð var ein maður við á fjalli, sum kallaðist Stutti Heini. Hann bar av bæði til styrki og fimleika, og tað var væl kunnugt, at hann var ógvuliga stoltur.
Heini segði seg nú til at bera tveir miðalseyðir í senn upp um Treppurnar. Hetta tyktist hinum fjallmonnunum ov mikið avgjørt. Tó gav Heini seg til, men ikki var hann maður til at útinna verkið, og hetta tók honum so nær, at hann rýmdi í stundini tigandi til húsa.
Sama kvøldið sóu Sørvingar hann fara ferðabúnan og við klæðsekki á baki “heim um Vatn”, og spurdist einki seinni til hans. Hann var ivaleyst strokin av landinum.
Tá ið skil skuldi gerast á viðurskiftunum eftir Heina, læt øvrigheitin fregnast eftir, um maðurin átti jørð. Jú, Heini átti jørð, men hann átti eisini slekt: tveir brøður.
Men hvørgin bróðirin fekk nakað av jørðini. Øvrigheitin, sum altíð sat til reiðar at gloypa jørð sum hundur at gloypa beini, tók hana og legði hana undir kong. Um brøðurnir av náði sluppu at sita sum kongsins leigulendingar á bróðurjørðini, nevnist einki um. Men hetta er einasta kongsjørðin í Sørvági.
Sverre Patursson, Kirkjubø: Úr greinini “Hin dapra tíðin”, “Varðin” 11. bind, 1931.