Hvat regnið maktar
Fyri okkurt um gott 40 árum síðani stutt fyri ólavsøku var eitt sera ringt óveður. Bæði stórar og smáar áir flutu yvir bakkarnar; har í haganum einastaðni, hvar stórt helli var á, skreið vøllurin burtur, so bert fjallabotnurin var eftir.
Tætt norðan fyri bøgarðarnar á Húsum var ein stórur steinur av vatnførinum skreiddur fleiri favnar oman eftir sløttum saman við vørildinum. Hesin steinur er um 6 metrar langur, gott 8 breiður og 4 høgur. Ovari endin á honum var, áðrenn hann var skriðin, festur so djúpt í vøllin, at gott kundi gangast av vøllinum og upp á hann.
buy autocad 2007 software autodesk autocad 14 autocad linetypes turn 2d autocad dwg into 3dFerðafólk, ið ikki hava havt kunnleika til, hvar steinurin á fyrsta sinni lá, og sum síggja hann, har hann nú liggur á tí mestan heilt slætta vølli, hava ilt við at trúgva, at regnið kann hava havt eina slíka megi. Men satt er tað kortini.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933