Búnytta
Søgnin sigur, at á einum selatraðtingi var ein búnytta (húgva) til sjóndar, sum var funnin í haganum av einum oyndfirðingi. Hann hevði runnið eftir einum seyðatjóvi. Tjóvurin hevði mist húgvuna, men annars eydnaðist tað ikki at fáa fatur í hann.
Tingmenninir hugdu at hesi búnyttu, men eingin av teimum segði seg at vita, hvør ið átti, ella hví hon var lýst upp.
At enda rópar ein nakað ungur drongur, ið var hjástaddur, at hetta mundi vera búnyttan hjá faðir hansara. Tveir menn vórðu tá sendir eftir honum, ið var faðir henda drong, og hann varð dømdur.
Dómurin var harður; maðurin varð hongdur alt fyri eitt uppi við Gálgastein og jarðaður har.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933