Skip to main content

Fríggjaraklettur

Soleiðis eitur ein klettur norðanvert við Veðranes á Selatrað, og um hvussu hann hevur fingið navnið, sigst henda søga:

Ein maður úr Eysturoy (Elduvík?) var komin til Hósvíkar at fríggja, og tá ið borðreitt varð fyri honum, varð ein veðrahálsur lagdur fyri hann.

Siður var, at tá ið einum varð boðið háls at eta av, so skuldi maðurin bróta hálsin, tá av var etið. Hetta var roynd fyri styrki.

Tá ið maðurin hevði etið, legði hann hálsin um borðkantin, og hart var at bróta, men av fór hann, og tá vísti seg svik í ferðini, tí jarnteinur var stungin ígjøgnum mønuholið.

Maðurin bað so mangatakk og bað teir seta seg yvir á land.

Hetta varð gjørt, men teir settu hann á land undir hesum kletti; hann er so skráur, at ikki hildu teir mannin sleppa uppfyri.

Hann setti sær renningarlop og kom uppá.

Tá ið hann hevði gjørt hesa treyt eisini, loysti hann buksurnar niðurum og klappaði aftur í endan eftir bátsmonnunum og fór so til gongu.

Síðani hevur kletturin verið róptur Fríggjaraklettur.    

Heimildarfólk: Christian Djurhuus, Hvítanesi, ættaður av Selatrað. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.