Oyndfjarðarbóndin og Fuglfjarðarbóndin
autodesk autocad mechanical 2009 buy cheap software autodesk revit structure 2010 32 and 64 bit on line autocad classes download oem autodesk autocad lt 2010 online cheap autocad lt 2009 transfer license autodesk buy autodesk 3ds max 2010 onlineOyndri (Eindri), bóndi í Oyndarfirði, og Gullbrandur, bóndi í Fuglafirði, vóru grannar í haganum, og grasningur var ímillum teirra. Hálvan Skarðahaga átti hvør teirra, men Oyndri kannaði sær hann allan. Laksá, norðan fyri skarðið (Oyndfjarðarmegin), var markið millum báðar bygdirnar, men Oyndri vildi sleppa út um ánna. Seyð hevði hann gangandi á rustini hjá fuglfirðingum. Eitt árið, sum báðir bøndurnir vóru á fjalli í senn fyri handan Skarð, rak Gullbrandur seyðin av rustini í rættina og svævdi hann. Rættin stóð á Hellum, har sum býlingurin nú er. Boð kom til Oyndra um seyð hansara, at Gullbrandur hevði rikið hann í rætt. Tá ið Oyndri kom til, hevði hin longu svævt. Tveireinir vóru teir. Oyndri hevði tá stavin upp og rendi píkin í ennið á Gullbrandi, so hann doyði. So dró hann hann inn undir ein klett í ein skúta, ið síðan hevur verið nevndur “Gullbrandshelli”. Beint omanfyri er “Gullbrandshella”.
Synir oyndfjarðarbóndans vóru á útiróðri sama dag. Tá ið teir komu aftur og skipaðu fiskin upp á Laðhamri norðantil við húsini í Oyndarfirði, sóu teir pápan koma eftir bakkanum, dragandi stavin eftir sær. Tá segði hin elsti: “Hann man okkurt herverkið hava gjørt í dag.”
Bóndin bað synirnar fara sær út á rættina at taka nakrar seyðir, ið har lógu, og bera heim; men ein frammorreyðan veðr, sum har var, skuldu teir lata liggja. Teir fóru niðan, komu á rættina og funnu fuglfjarðarbóndan deyðan inni undir klettinum. Í morreyðum koti var hann, og tá skildist teimum, hvat ið pápin hevði havt í huga, tá ið hann tosaði um hin frammorreyða veðrin. Teir bóru hin dripna niðan undir skarðið og gróvu hann har. Enn vísist á “Gullbrandsleiði” á veginum norður til Oyndar-fjarðar handan fyri skarðið, har sum hann skal liggja grivin.
Oyndfjarðarbóndin varð stevndur til tingið suðuri í Havn og dømdur fyri manndráp. Helvt sína av Skarðahaga mátti hann bøta til synir fuglfjarðarbóndans, og so bar til, at allur Skarðahagi kom til Fuglafjarðar. Alt hitt, sum Oyndri átti, fór undir kong.
Yngsti sonur oyndfjarðarbóndans æt Aðal. Eftir honum er nevndur Aðalssteinur, ein stórur steinur, sum stendur sunnan fyri bøgarðarnar. Henda stein hevði hann til hav; men tað er neyvan maður, ið lyftir honum nú.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.