Eystindiufarari við Norðskála
Í fjøruni niðan fyri húsini hjá Jóan Jacob Weihe við Norðskála sá eg ein ella tveir steinar av granitti.
Eg spurdi so Carl Weihe, um hann visti, hvussu teir vóru komnir hagar.
Hann segði, at teir vóru barlastargrót úr einum Eystindiufarara, ið hevði ligið í vetrarlegu har útfyri, og hann vísti mær á ein stein á Streymoyarlandinum, har sum teir høvdu vágbundið skipið.
Eg haldi, hann segði, at hetta var á heimleið. Teir høvdu verið ov seinir á árinum.
Carl Weihe, við Norðskála. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.