Jákup Jóansson
Jákup Jóansson, sonur Jógvan Poulsen, løgmann av Oyri, festi Dalsgarð aftan á Antinis Unga-Jógvansson 1663.
Hann var sýslumaður í Sandoy og løgmaður eftir pápan í 2 ár. Hann fór til Keypmannahavnar at verja ein dóm, ið pápi hansara Jógvan hevði dømt yvir Norðoya sýslumann. Aðru ferðina skuldu ørindini m. a. vera at fáa Skarðsgarð á Sandi lagdan aftur at Dalsgarði. Hvussu er og ikki, so kom hann ongantíð aftur. Søgnin sigur at hann skuldi verða “forgivin” (A. Degn helt, at tað helst var í ”sjúkdómi”, t.d. pokum, ið gingu um tað leitið, at hann doyði).
Tvær kistur vórðu sendar aftur til Føroya eftir hann. Tær skuldu vera fullar av stási, ið var ætlað konu hansara, Kristin Klæmintsdóttur, dóttur harra Klæmints. Kisturnar vórðu fyrst sendar á Steig í Sandavági, har búðu systrar Jákups.
Tá ið kisturnar komu í Dalsgarð, var einki í teimum uttan Norska lóg og altartalvan, sum enn hongur í Skálvíkskirkju. Hon er málað á tvær fjalir. Á henni standa nøvn teirra “Jacob Joenssøn og Kristen Clementsdatter”.
Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.