Skip to main content

Grágásasoyðið

Ímillum Vatna í Innastahaga í Skálavík er hetta soyðið og skal hava navnið av øllum teim grágásum, har áttu í gomlum døgum.

Søgn er, at fátøk fólk fingu væl av fjøður, sum tey hentaðu við strendurnar á Lítlavatni, tí har hildu gæsnar seg, meðan tær vóru fjaðursárar.

Einaferð komu teir “stóru” úr Havn suður til Húsavíkar. Teir fingu húsvíkingar at draga bát inn á Lítlavatn. Hetta var, tætt áðrenn ungarnir vóru floygdir.

Tá varð gjørt bart við grágæs har, og hava tær ikki átt har síðani.

Heimildarfólk: Marin Hansen úr Nýggjubúðini, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.