Úr Tórsvík (Hósvík)
Tórur flýddi av Strond í Noregi, tá ið hann ikki longur var væl í øgn við Harald hárfagra, kong. Hann flýddi við øllum, sum hann fekk tikið við sær, til Føroya og setti búgv í Tórsvík, sum varð nevnd eftir honum, av tí at hann var fyrsti norðmaður, ið bygdi staðið.
Fyrst bygdi Tórur egna garð sín í Toftum (navnið Toftum kom ikki í fyrr enn seinni) og eitt friðskjól. Hetta seinna varð bygt á einum heyggi norðan fyri garðin og girt við sterkum verjugørðum og einari djúpari vatngrøv rundanum, soleiðis at tað kundi vera skansi ella friðstaður, um tað gjørdist neyðugt.
Áður enn Tórur fór úr Hósvík og grundaði Tórshavn – søgnin vil vera við, at Tórur bygdi garð sín har, ið húsabóndin síðani tá hevur búð – læt hann sunnara partin av friðskjólsverjugarðinum ríva niður og vatngrøvina teirrumegin leggja til.
Tá ið Tórur var deyður, býttu fimm synir hansara Skálafjørð-Sundalagið ímillum sín. Tveir teirra, Ragni og Kólbi, vórðu víkingar. Triði æt Strond eftir staðnum, haðani pápin var komin. Nøkur vilja vera við, at hann skal hava sett búgv á Toftum, onnur at tað var á Strondum. Ein av sonunum setti búgv á Selatrað, ið hoyrdi upp í Tórsvík. Tá ið Tórur var deyður, vildi tann maðurin (bóndi ella leigulendingur), ið hevði havt ognina í Tórsvík í hondum, ikki longur rinda bóndanum (syni Tórs) á Selatrað avgjald fyri hana.
Eina náttina í hoygging fór bóndin á Selatrað við húskøllum sínum yvir á Hósvíksleitið, fór á land sjálvur fjórði, meðan restin av manningini varð eftir á bátinum, og til gongu til bygdar, har ið teir fyri fyrst fjaldu seg. Leigulendingurin í Hósvík fór tíðliga upp at sláa næsta morgun. Tá sníkti selatraðbóndin seg inn á hann og høgdi hann í økslina við øks síni. Leigulendingurin fekk mein og flýddi inn í friðskjólið, har hann kendi seg tryggan, men har varð søkt at honum og gjørt av við hann. Síðani setti selatraðsbóndin tveir av monnum sínum at røkja ognina.
Haldbóndin Hans Poulsen, í Toftum, fann fyri nøkrum árum síðani ein stein við rúnaristingum í einari lægd við øskumold á hesum heyggi, men eftirsum hann ikki tá helt, at steinurin mundi hava nakað serligt upp á seg, varð hann lagdur við ein áarbakka, har vatn, ísur og veður v.m. nú hava kámað rúnarstavirnar illa. Nú er hann bjargaður og goymdur.
Søgnin vil vera við, at hósvíksbóndin varð jarðaður á heygnum. Um steinurin, ið er nevndur omanfyri, kann hava nakað við tað at gera, er ikki gott at vita.
Tá á døgum vórðu tílíkir steinar mangan lagdir oman á grøvina hjá merkismonnum. Sostatt eru tveir búmerkissteinar funnir í kirkjugarðinum í Fuglafirði.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
Marianna Debes Dahl týddi úr donskum