Sjúrður í Fuglafirði
Sjúrður, bóndi í Fuglafirði, sigldi til Noregs við ull. Hann átti tríggjar frálíka raskar synir; hin yngsti og ramasti av teimum æt Sjúrður. Ein dagin, sum teir vóru útrónir norðuri á Djúpum, setti hann ein sovorðnan sorta úti á havinum. Teir hildu til lands, høvdu andróður inn aftur og settu upp í Oyndarfirði í illveðri.
Oyndfirðingar vóru niðri á støðni og fóru at tosa við fuglfirðingar. Teir søgdu, at ein reystkempa úr Suðuroy var komin at royna styrki, men eingin hættaði sær til at fara ímóti honum, tí ikki hevði hann funnið sín javnlíka enn. Oyndfjarðarbóndin beyð fuglfirðingum heim til hús og bað fuglfjarðarbóndan nú koma og gera eitt roysnisbragd og royna seg ímóti suðuroyarkempuni. Hann vildi tó illa til sjálvur og eggjaði yngsta son sín Sjúrð. Ungi Sjúrður førdist undan og segði, at hann var móður av longum andróðri. Oyndfjarðarbóndin borðreiddi væl fyri teimum, so teir gjørdust kátir og væl heitnir. Kempan gekk og reikaði um bøin og fór so heim til hús at spyrja, um nakar var komin, sum vildi royna seg. “Far og royn! skomm liggur á tí!” segði fuglfjarðarbóndin við son sín og elvdi honum so til. Sjúrður fór út, og báðir saman at glímast. “Uppi á mýrini” tætt við húsini beint upp av kirkjuni var tað, at teir bardust. Fyrst tóku teir brøðratøk, og Sjúrður vann hin í fyrsta bragdi. Kempan segði, at tað var ikki fyri mark: teir skuldu saman aftur. So tóku teir akslatøk, og tað gekk samlíkt. Pápin stóð og hugdi at. “Á lítli mín, gev honum nú skemdarfallið!” segði hann við son sín. Teir saman triðju ferð, og Sjúrður vann uppaftur. Tá gavst kempan: nú hevði hann fingið sín yvirmann. Tá var frøi á fuglfjarðarbóndanum. “Vælsignaður veri hvør biti, ið tú hevur etið!” segði hann við Sjúrð. Hálvrátt tjógvakjøt handan undan Skarði hevði verið matur hansara. “Hvat halda tit bróðir tykkara er verðugur fyri hetta roysnisbragd?” spyr pápin hinar báðar synirnar. “Tað skulu tygum ráða fyri sjálvur,” siga teir. So gav hann Sjúrði 24 ærfrælsir innandals burtur úr Innandalsmørk, ið søgd er at vera størsta mørk í Føroyum (eingin bøur liggur til hesi ærfrælsini), og eina hálvmørk í bø við ongum haga, enn á døgum kallað “hin hagaleysa hálvmørkin”
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.