Skálvíkingar taka miðið “Skræpuna” frá dalbúgvum
Dalbúgvar áttu eitt longumið á Dalshavinum og vóru sjálvandi fegnir og erpnir av at hava tað fyri seg sjálvar, tí gott mið var og hevur verið tað, sjálvt um longan ikki er har nú. Í Dali, sum í øðrum bygdum, var siður at halda bátsgildi, tá ið hetta hendi, ið sigast skal frá.
Í einum slíkum gildi var ein ungur drongur úr Skálavík komin at vera við. (Jákup í Stovuni).
Tá ið menn vóru vorðnir mettir og kátir, fóru teir at reypa og skreppa sær av sínum góða longumiði, og av tí at hesin drongur var uttanbygdar, so varð sagt, at skálvíkingar ikki orkaðu at draga longurnar, um teir høvdu funnið miðið, og var ætlanin við hesum at arga skálvíkingar, tá ið drongurin bar hetta aftur.
Sum ofta er, tá ið menn fáa nakað upp í høvdið, so vóru teir ikki varnir við, hvat teir søgdu, og litu á at drongurin, ið ungur var, ikki dugdi at siga frá ýtum, ið teir nevndu. Drongurin kom so aftur til Skálavíkar og bar so hesar heilsur aftur. So fór Jákup innan fyri Garð at spyrja dreingin, hvussu teir søgdu um ýtini. Drongurin mintist, hvussu teir høvdu sagt, men hann kendi ikki ýtini, tí hann var ikki komin til havróður. Jákup hevði snakkað so við dreingin, at hann helt tað verða vert at royna eina ferð á Dalshavið.
So varð avgjørt, at farast skuldi við 10-mannafarinum, tí teir ætlaðu at velja sær so vánaligt veður, at dalbúgvar ikki vóru útrónir, tí um teir ikki funnu miðið, so skuldu dalbúgvar einki vita og ikki hava tað at frøast yvir. So varð boðað til útróður, fastalávintsmánadag var hetta. Jákup hevði boðað, tí hann var formaður, og var farin aftur til hús eftir tí, hann skuldi hava við, so hann harav var seinastur á mølina.
Veðrið var so vánaligt, at teir hildu við hann, um tað mundi vera líkindi at fara. Hann svaraði: “Tað var Høgni Júkason hann letur av húðum støkka, ei man eg av Húnamonnum fyrstur undan røkka.”
Báturin varð so tikin úr neystinum, men so ókyrt var, at teir vendu honum á Kíkafløttinum fyri at skjóta hann út úr Hagabrekkustøð. So varð farið avstað.
Tá ið teir komu út á Skálhøvda, varð seglið lækkað fyri sjógv, og tá ið tað skuldi havast uppaftur, stóð fast. Hetta komst av, at einum av monnunum bilaði dirvi, og hann helt seglinum, so tað ikki skuldi uppaftur. Tá helt Jóannes undir Gerðabrekku: “Takið ein fótalunn og sláið den devul kaldan.” Hetta varð tó ikki gjørt. Seglið varð so havt aftur á bátin, og tá varð ikki strikað, fyrr enn miðið skuldi leggjast. Væl var ætlað um veðrið, tí dalbúgvar vóru ikki úti. Fyrstu og aðru ferð bar ikki til, men triðju ferð teir løgdu, tá var beint. Hvussu nógvar longur, teir drógu, minnist eg ikki at siga frá, men teir høvdu fiskað væl.
Hetta var dansikvøld, sum vera man, og sunnanmenn (dalbúgvar og húsvíkingar) vóru komnir til Skálavíkar at dansa. Dalbúgvar, ið inni vóru hjá Óla í Kirkjugerði, kendu longuhøvdini, á gólvinum lógu. Tá skreptu teir sær ikki meir av miðinum. Navnið, miðið fekk, var so “Skreppan”, ið seinni varð til “Skræpan”, ið tað hevur enn.
Heimildarfólk: Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.
Viðmerking:
Hetta er ikki longri síðani, enn at eg minnist Jákup, ið var formaður, Jóannes undir Gerðabrekku og hann, ið ballaði seg í seglið, sum gamlar menn.
Jákup í Geil, ið var abbasonur formannin, segði mær at hann einaferð hevð spurt abba sín, um hann hevði verið so gudforgeingin at taka til hatta ørindið úr Høgnatátti undan eini slíkari ivaferð, og hann svaraði: “Ass, ass, einki man tað hava verið”.
Henda ferð hevur verið um leið 1870, tí sama 10-mannafar gekk burtur á Suðuroyarfjørði 24.2.1878, og tá var Jákup í Stovuni við. Hann var abbi Hans J. Jacobsen. (J.D.)