Sitja á kjørbreyt
Vilt tú verða ríkur, skalt tú gomlu trettandu nátt ganga út at sitja á kjørbreyt, hvar fýra vegir ganga á kross, og ein av teim skal vísa at kirkjuni. Tú skalt taka grátt kálvskinn og hvassa øks, leggja skinnið undir teg á breytina, so at halin á skinninum er vendur móti kirkjugøtuni, men andlit títt skal venda burtur frá henni. Tú skalt tá setast at brýna øksina, og hvat ið verður talað til tín, skalt tú ikki siga annað enn: “Eg hvøtji, eg hvøtji”; hvussu illa leikar um báðar liðir á tær, skalt tú ikki líta uppúr, uttan stara fast niður í øksina, tí annars verður ilt av tær, og trøllini taka teg.
Tá ið líður at midnátt, koma trøllini tysjandi úr øllum ættum, dragsandi gull og dýrar gripir, sum tey laða uttan um teg í stórum dungum og sýna tær alt hetta góða at royna at fáa teg at kveita uppundan; so fara tey at tala til tín, skelkja og gálva og havast við allar atburðir. Men hava nú trøllini hvørki kunnað lokkað teg at renna eyguni at gullinum, sum tey løgdu hjá tær, ella rætt teg til at hyggja at teimum sjálvum av ótta fyri teimum, ella fingið teg til at svara teimum aftur, so tríva tey um halan á kálvskinninum at draga tað burtur; - tá ræður um at vera heppin og við øksini høgga halan av aftan fyri bak, tó so at einki skarð kemur í øksina. Lukkast tær hetta, ert tú eydnumaður; tí tá hvørva trøllini hvørt í sína ætt, og tú fært tá allar dýrgripirnar og alt gullið, ið hjá tær var lagt; men lukkast tær ikki hetta, fáa trøllini vald yvir tær, og tú kemur tá ikki heilur aftur úr hesari ferð.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891