Rúnarsteinarnir á Mjóvanum
Húsa-Pætur legði rúnarsteinar á Mjóvanum norðantil í Miðjardali millum Húsa og Mikladals og segði, at teir skuldu liggja, so leingi sum Kallurin og Hattardalstindur stóðu, og lovaði hann, at hann, ið koyrdi nakran av teimum, skuldi ikki ganga av árinum.
Tveir synir Lorvíkar-Jógvans, ið bóndi var í Innistovu á Sunnanágarði í Mikladali fyri okkurt um 150 árum síðani, bóltaðu hvør sín steinin á sjógvin, tó at Mikkjal í Beiti, ið við teimum var, bað teir lata vera, og fóru teir báðir í skalvi veturin eftir í Lundurðargilinum og doyðu.
Sufíu-Jógvan, ið ættaður var av Strondum, húskallur í Norðanástovu í Mikladali fyri okkurt um 70 árum síðani, beindi fyri tveimum av steinunum, einaferð hann kom aftur av Strondum, har hann og Stranda-Jógvan, sum eisini var húskallur í Mikladali, høvdu hildið jól. Stranda-Jógvan bønaði og bað hann lata vera, men ikki batti, og ilt varð úr, tí tá ið teir komu norður í Villingadal, rendi Sufíu-Jógvan stavspíkina niður í fótablaðið, og um várið fór hann í skalvi yviri undir Hálsi og sást ikki aftur.
Enn liggja fýra av rúnarsteinunum eftir, men Kallurin datt í landnyrðingsódn um jóltíðir 1920, so nú munnu teir hava mist nakað av megi síni, tó at Hattardalstindur hýkur eftir enn.
Marius Johannesen, Funningi, “Jól í Føroyum”, 1935.