Rektar og Elin
Rektar Müller, ið var bróðir Elinar í Kirkjubø, samdist ikki altíð væl við konuna.
Einaferð tey vóru komin til ilnar, rýmdi hon av húsinum, og hon rýmdi til Kirkjubøar, til Elina, tí tær vóru vinkonur.
Hann rýmdi eisini og endaði hjá systrini í Kirkjubø. Bæði gramdu seg fyri henni, men hvørt í sínum lag.
So var komið at kvøldi, rektarskona var farin til songar, men einki røktist fyri, at rektari varð boðin song. So mátti hann spyrja: “Systir, hvar ætlar tú mær at sova í nátt?” “Sova? Tú skal sova hjá konuni, og tú veit, hvar tað er.”
“Nei, nei, systir, tað ger tú mær ikki, tú hevur onnur pláss at leggja meg.” “Tað havi eg nokk, men hvar skuldi tú ligið, um ikki hjá konuni? Harvið skal tað verða.”
Hesa treyt mátti so rektar lúka, og hon royndist so væl, at tey fóru leiðandi niðan um Snið morgunin eftir.
Heimildarfólk: Sunniva Dalsgaard, Skálavík, ættað úr Skopun. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.