Ítróttur og heilsa C
Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er ein grundbók til undirvísing í lærugreinini ítróttur og heilsa á miðnámi. Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig. Kropsligu venjingarnar og spølini eru samantvinnað við ástøðiliga partin. Bókin leggur dent á at geva næmingunum eina breiða fakliga vitan um ítrótt og heilsu og at læra at brúka vitanina í verki. Bókin er í samsvar við krøvini í námsætlanini. Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er týdd og lagað til eftir donsku bókini Idræt C – teori i praksis frá forlagnum Systime.
Í ítróttatímunum á miðnámsskúlanum skulu næmingarnir ikki bara íðka ítrótt. Á miðnámi skulu næmingar læra ítrótt!
Bókin leggur týðiliga upp til, at ítróttur sum lærugrein á miðnámi er nakað annað enn ítróttur, sum vit íðka í frítíðini. Eitt nú við at vit mitt í verkligu undirvísingini stundum bróta av við ástøðiligum spurningum, kjaki og hugleiðingum, sum skulu venja næmingarnar at hugsa seg um og orða seg fakliga. Høvuðsendamálið er at gera ung tilvitað bæði um egnan kropp og “ítróttaprofil” og um teirra møguleikar at halda fram við einum kropsliga virknum lívi eisini eftir miðnámsskúlatíðina.
Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er sett saman í samsvar við fakligu málini í lærugreinini:
- Ástøði knýtt at rørslu
- Ástøðilig fatan av høvuðsøkjunum innan ítróttavísindi
- Ástøði, sum snýr seg um venjing, motiónsvanar, heilsu og lívsstíl