Fysiologi
Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.
Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.
Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga grundarlagið undir triðja parti, sum nágreiniliga viðger venjingarfysiologi, har dentur verður lagdur á ymisk venjingarøki. Her verða evni sum kropslig fyrireiking til kappingar, tilrættalegging og raðfesting av kropsligari venjing viðgjørd.
Fjórði og seinasti partur umfatar evnini kropsliga venjing og heilsu umframt arvalæru. Serstakliga triði og fjórði partur hóska væl sum evni í verkætlanararbeiði. Tveir teir fyrstu partarnir snúgva seg mest um klassiska fysiologi, og tveir teir seinastu partarnir byggja á nýggjari vitan. Torleikastigið er ymiskt í teimum ymsu pørtunum, og tí er avgerandi at velja partar burturúr alt eftir fakligu áhugamálunum og hvørjum fakligum stigi, undirvíst verður á.
Í fororðunum siga rithøvundarnir: “Bókin er fyrst og fremst ætlað sum náttúruvísindaligi parturin av undirvísingini í ítrótti sum valgrein í miðnámsútbúgvingunum. Bókin fer út um tað pensum, sum kunngerðin fyri lærugreinina leggur upp til.
Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at tað bæði kann verða brúkt til undirvísing í ítrótti á Fróðskaparsetrinum fyri læraralesandi, og partar kunnu verða brúktir til teirra, sum lesa námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Eisini eru partar av bókini væl egnaðir sum undirvísingartilfar í lívfrøði í miðnámsútbúgvingunum bæði á miðstigi og á hástigi. Humanistiski parturin og samfelagsligi parturin eru tó ikki við.
Hjá venjarum, sum virka í frítíðarítróttinum, kann bókin vera hent grundbók.