Føroyakort
Føroyar 1:100 000
Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað.
Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Bygt øki er merkt við gulum og bøur við grønum. Kortið er teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja.
Til tess at síggja henda neyvleika, er kortið prentað við nýggjastu UV tøkni.
Øll hesi árini hevur kortið verði tað einasta, sum bæði hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti.
Umhvørvisstovan hevur ment kortið í samstarvi við Nám.
Kortið er seinast dagført 2022
-----------------
Kortstødd 120 x 80 cm
Pappírstødd 130 x 91 cm
Lutfall 1:100.000