Skip to main content

Vinnurættur

Høvundur :

Louise Restorff Jacobsen,

Price :

<p>Úr 78,- kr.</p> <p><a class="link-arrow" href="https://snar.fo/handil/detail/d/Vinnuraettur?ai%5Bd_pos%5D=19" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin miðar eftir at kunna næmingarnar um tey serligu føroysku viðurskiftini og tekur hædd fyri og vísur til galdandi føroyskan rætt við viðkomandi føroyskum dømum. Løgfrøðin og føroyskar lógir eru ofta bundnar at serliga donskum ásetingum og loysnum, hóast viðurskiftini ofta eru sera ymisk. Bókin varpar ljós á tey serligu viðurskiftini, ið gera seg galdandi í Føroyum.

Bókin er deild upp í kapitlar og undirpartar, ið fevna um alla námsætlanina í lærugreinini. Umframt breyðtekstin er lógartekstur settur inn í avmerktar kassar, og er ein beinleiðis ábending um, at næmingurin skal ansa lógartekstinum. Dømir og rættarsiðvenjur eru eisini frámerkt í kassum og skulu verða ein hjálp hjá næminginum at skilja lógartekstin og lesnaðin. Dømini eru serføroysk við støðið í føroyskum tilfari og umstøðum. Fyrstu fýra kapitlarnir eru innleiðslukapitlar um løgfrøði, rættarkeldur og bygnaðin á rættarskipanini, og skulu hesir kapitlar hjálpa næminginum at skilja og leggja til grund tær løgfrøðuligu meginreglurnar, ið eru galdandi í einum rættarsamfelag. Hesir kapitlar hava ikki uppgávur, meðan allir hinir kapitlarnir enda við uppgávum.

Námsfrøðiligi formurin strembar eftir at skapa tilfar, ið rakar teir ymisku læruhættirnir vit læra eftir. Læruhættirnir í bókini fevna um beinleiðis lesnað, sjón og hoyrn við brotum og undirvísing, viðkomandi uppgávum við veruligum trupulleikum og menna næmingin at loysa vanligar løgfrøðiligar trupulleikar. Uppgávurnar leggja upp til, at næmingurin skal megna at eyðmerkja vinnurættarligar støður og brúka løgfrøðiligar arbeiðshættir, tá hann skal fyribyrgja ella finna loysnir á rættarligum ósemjum.

Við bókini verður eisini miða eftir at menna løgfrøðiliga málið og geva næmingunum førleikar at skilja og at brúka løgfrøðilig hugtøk og málburð. Løgfrøðiliga málið verður serliga ment við orðafrágreiðingum til hvørt evni, og aftast í bókini er ein samlaður løgfrøðiligur orðalisti við orðafrágreiðingum.

Bókin vendir sær í fyrsta lagið til næmingar í vinnurætti á c-stigi í miðnámi, men í øðrum lagið kann bókin nýtast tvørgreinaliga at knyta saman løgfrøðina í øðrum lærugreinum sum sølubúskapi, marknaðarførslu og íverksetan, og í triðja lagi kann hon nýtast sum handbók hjá íverksetum, sum byrja egið virki.

Louise Restorff Jacobsen hevur skrivað bókina.

Vinnurættur
  • Úr 78,- kr.

    Keyp útgávuna