Tónleikur - sBók
Tónafrøði - Støðisbók
Tónleikur er ein støðisbók til lærugreinina tónleikur á miðnámi. Bókin viðger grundleggjandi evni sum tónar og nótaskipan, rytmu, tónastigar, akkordir, talseting og harmonikk. Hon er ætlað bæði sum undirvísingarbók á ymiskum stigum og sum ein góð byrjan hjá teimum, ið vilja læra meira um tónleikaástøði. Við greiðum frágreiðingum, dømum og venjingum fær lesarin innlit í, hvussu tónleikur er bygdur upp, frá tí heilt einfalda til tað meira fjølbroytta.
