Skip to main content

Føroyakort 1:200 000

Føroyar 1:200 000

Price :

378.00 kr.

Keyp útgávuna

Nýtt Føroyakort

Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað nýtt Føroyakort, sum Nám gevur út.

Kortið, sum Umhvørvisstovan hevur ment saman við Námi, byggir á sama støðið sum størru Føroyakortini, og hevur nøvn, ið Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Pappírsstøddin er 60 x 42 cm og kortlutfallið er 1:200 000.

Á nýggja kortinum eru allir tunlar og undirsjóvartunlar við, og mynd er eisini av føroyska sjóøkinum, ið er millum Skotland og Ísland.

Deko&Print hevur prentað kortið í hágóðsku, so hvør smálutur sæst.

Kortið kostar 378,00 krónur

 

 

Føroyakort 1:200 000