Skip to main content

Móðurmálsvirðisløn

Á føðingardegi Hammershaimbs verður ein móðurmálsvirðisløn handað. Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Málráðið, Sosialurin og Kringvarp Føroya, sum skipa fyri degnum og virðislønini. Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, Móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammershaimbs. Forløgini Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags stuðla tiltakinum.

Hans Mortensen fær Móðurmálsvirðislønina 2015

Hans Mortensen, sum stovnaði Sølumiðstøðina á Trapputrøðni, í dag kent sum SMS, fekk í kvøld Móðurmálsvirðislønina 2015. Tað var mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, ið handaði virðislønina í Nýggjustovu, barnaheimi V. U. Hammershaimbs.

Grundgevingin varð soljóðandi:

Við sínum greiða málpolitikki í lýsingum og øðrum handilsligum tekstum hevur Hans Mortensen slóðað fyri einum framúr góðum máli í nútímans føroyska handilsyrkinum. Eitt livandi lætt mál, sum hevur sett síni spor víða um í samfelagnum.

Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Orðingar í lýsingatekstum og handilsheitum hava verið soleiðis, at hugburðurin tykist hava verið, at her eru tað vit øll, sum bæði keypa og selja. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina. 

Nevnast  kunnu eitt nú heitini á nøkrum handlum, sum virka ella hava virkað undir sama taki á Trapputrøðni:

Bakarin Bindibúðin Bókaløðan Bókasølan Daddan Dáin Elding Feðgar Fípan Flykran Fotobúðin Fríðkan Gellan Gongin blómur Griffilin Heilsa Hornið Í Skotinum Ítróttur  Klávus Klivin Klokkan Látrið Leikan Litbrá Miklagarður Perlan Rit & Rák Rumbul Skálkur Skósmiðjan Slaktarin & Krásadeildin Stakksmiðjan og 3-arin.

Fyri henda ósjálvsøkna, men miðvísa málpolitikkin, vilja vit í dag heiðra Hans Mortensen við Móðurmálsvirðislønini 2015.

Hetta var seinasta tiltak á Móðurmálsdegnum, sum byrjaði við framløgum og fyrilestrum á Landsbókasavninum í morgun og helt fram í Norðurlandahúsinum seinrapartin.

Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, Móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammershaimbs.

Tey, sum skipaðu fyri Móðurmálsdegnum í ár vóru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið. 

- Høgni vann í 2012

Móðurmálsdagin í 2012 fekk journalisturin, Høgni Djurhuus, Móðurmálsvirðislønina. Hana fekk Høgni fyri tær klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Nevndin segði í síni grundgeving, at Høgni "er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum." Og journalisturin hevði eisini spíska sær blýantin, áðrenn hann skrivaði takkarrøðuna. Um mál og fjølmiðlar segði hann millum annað:

- Eg ræðist tann dagin, og hann kemur, tá eingin fær starv sum fjølmiðlafólk uttan at duga stavsetingina og orðabókina uttanat ella uttan at duga at benda Svein. Tað verður ein vanlukka fyri føroyskar fjølmiðlar. Tí tað eru fólk, sum eru framúr góðir journalistar, sum veruliga duga tað yrkið, men sum siga ella skriva Sveinur í hvønnfalli: Eg stemmaði upp á Sveinur. Vit kunnu ikki útihýsa teimum frá fjølmiðlunum.

Høgni Djurhuus segði í røðu síni, at málið er amboðið hjá miðlafólki, men nógv valaverk eru gjørd við vánaligum amboðum. Til dømis pyramidurnar, segði journalisturin og endaði røðuna við hesum orðum: So lat tað verða staðfest eina ferð fyri allar: journalistikkur er ikki mállæra.


Spyr okkum um undirvísing

Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan móðurmálsdag, alt árið!