Skip to main content

Móðurmálið og samleikin

Í tekstasavninum LES 3 (2009), sum er ætlað til lærugreinina føroyskt eftir níggjunda flokk, er eitt av evnunum móðurmálið og føroyski samleikin undir yvirskriftini Eg fann teg. Saman við sangum um málið eftir Jóannes Patursson, Rasmus Effersøe og Christian Matras eru yrkingar á sms-máli eftir millum onnur Agnar Artúvertin og Jónley á Løgmansbø umframt kjakinnlegg um sambandið millum vald og mál eftir Petur Pólson og Stefan í Skorini. Arbeiðsbók er til tekstasavnið.


Spyr okkum um undirvísing

Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan móðurmálsdag, alt árið!