Tilgongdin at framleiða undirvísingartilfar í ferðslulæru
Undirvísingartilfarið í ferðslu, sum nú er tøkt, er úrslit av eini verkætlan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar, sum byrjaði 1. jan. 2013. Byrjanin til verkætlanina liggur tó longri afturi.
Endurskinsvestar
Í 2009 fóru Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar undir samstarv við sniðgevafyritøkuna, Guðrun & Guðrun, sum sniðgóvu snøggar endurskinsvestar. Endurskinsvestarnir vóru serliga ætlaðir stórum børnum og ungum, sum ofta ikki eru so røsk at minnast til endurskinini. Inntøkurnar fyri vestarnar vórðu oyramerktar til at framleiða undirvísingartilfar í ferðslu til fólkaskúlan. Soleiðis kundi verkætlanin gagna ferðslutrygdini á meira enn ein hátt. Umframt inntøkurnar fyri vestarnar er fígging fingin til vega frá Tryggingarfelagnum Føroyar, soleiðis at verkætlanin hevur borið á mál.
Námsætlan
Sambært §8 í fólkaskúlalógini er ferðsla kravt undirvísingarevni, men ongar neyvari ásetingar hava verið um hetta. Tí hevur verið ógreitt, hvussu undirvísingin skuldi skipast. Fyri at tryggja kjølfesti í undirvísingini í fólkaskúlanum, varð tí mett neyðugt við greiðum ásetingum. Í samstarvi við Mentamálaráðið hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd tí orðað eina námsætlan og eina læraravegleiðing um lærugreinina, ferðslulæru. Í námsætlanini verður ásett ábyrgd, endamál, støðisførleikar og fakligir førleikar hjá næminginum. Læraravegleiðingin lýsir, hvussu undirvísingin kann skipast, og hvussu undirvísingartilfarið kann verða nýtt.
Undirvísingartilfarið
Greitt var frá byrjan, at skuldu øll floksstig í fólkaskúlanum røkkast, so var ikki fíggjarlig orka til at framleiða nýtt tilfar frá grundini. Tí varð fingið í lag samstarv við danska Rådet for Sikker Trafik og í ávísan mun eisini norska Trygg Trafikk um at endurnýta og tillaga undirvísingartilfar frá teimum. Hesi bæði ráðini hava í sínum viðtøkum staðfesta ábyrgd av júst framleiðslu av undirvísingartilfari til fólkaskúlan í ferðslulæru, og tí er talan um dygdargott og fakliga væl undirbygt tilfar. Umframt týdda og tillagaða tilfarið er eisini nakað av nýframleiddum føroyskum tilfari.
Avtala varð fingin í lag við Nám um, at undirvísingartilfarið kundi liggja á undirvísingarportalinum www.snar.fo.
Tilgongd
Í allari tilgongdini við framleiðslu av undirvísingartilfari, hava viðkomandi partar verið tiknir við. Ein tilvísingarbólkur við fýra lærarum hevur við jøvnum millumbilum gjøgnumgingið framleidda tilfarið, meðan aðrir lærarar hava roynt tilfarið í undirvísingini. Aðrir partar hava verið kunnaðir og hoyrdir í tilgongdini: Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Skúlaleiðarafelagið og Felagið Heim og skúli.
Stór orka er harumframt løgd í at kunna um nýggja tilfarið, námsætlan og læraravegleiðing. Skipað hevur verið fyri skeiðum fyri lærarar, greinarøð hevur verið í Skúlablaðnum og vitjað hevur verið úti á skúlum og á Læraraskúlanum.
Námsætlan og læraravegleiðing í ferðslulæru vóru endaliga klár í juni 2014, og sjálvt undirvísingartilfarið varð lagt fram í august 2014.
Arbeiðsbýti
Ábyrgd: Brynhild Høgnadóttir
Verkætlanarleiðarar: Birna Abrahamsen og Katrin D. Apol
Samstarvspartar: Rådet for Sikker Trafik, Trygg Trafikk, NÁM og Mentamálaráðið
Týðing: Katrin D. Apol og Birna Abrahamsen
Ráðgeving: Kári Thorsteinsson
Uppseting: Rådet for Sikker Trafik og Dánjal Design
Forritan: menning.fo
Rættlestur: Sprotin
Føroyskar myndir: Mureldur v. Sunvu Eysturoy Lassen
Hoyringspartar:
Tilvísingarbólkur: John Petersen, Rachel Eysturtún, Lív McLeod, Birgit Nattestad Olsen og Vivian Choziuk Guðjonsson
Roynt tilfar: Louisa Johnsdóttir, Petra Sjóstein og Lív McLeod
Lærarafelagið
Skúlaleiðarafelagið
Pedagogfelagið
Felagið Heim og skúli
Løgreglan í Tórshavn
Akstovan