Eg skrivi 5 - page 37

37
Fyrisøgn
Tvær vikur eftir, at Beinta hevði sent teknisøguna til kappingina
1
í Barnablaðnum, fekk hon eitt bræv sendandi. Brævið var frá
2
Barnablaðnum.
3
Beinta var so spent, tí kanska hevði hon vunnið virðisløn í kappingini.
4
Hon tordi næstan ikka at lata brævbjálvan upp. Hon legði hann á
5
borðið. Kanska skuldi hon bíða at lata upp brævbjálvan, til foreldrini
6
komu til hús.
7
Nei, hon var ov forvitin. Hon kundi ikki bíða so leingi. Hon tók ein
8
knív úr skuffuni, spretti upp brævbjálvan og tók úr pappírið, sum
9
lá í honum.
10
Har stóð:
11
Góða Beinta!
12
Vit skulu siga tær frá, at tú gjørdist nummar tvey av 50 í kappingini
13
at skriva teknisøgur. Vinningurin er ein fartelefon við 200 krónum
14
í talutíð, sum tú fært sendandi í næstu viku.
15
Nevndin segði soleiðis um tína teknisøgu: „Ein sera góð søga við
16
framúr góðum tekningum. Er sera væl úr hondum greidd.
17
Fyrstu virðisløn, sum er ein diskmaður við 10 nýggjum fløgum, fekk
18
Janus Ólason úr Mikladali.“
19
Blíðar heilsanir
Barnablaðið
Í fyrisøgnini eru
trý sagnorð,
sum verða søgd heilt øðrvísi enn tey verða skrivað. Tey eru:
hevði, legði
og
segði
, sum í fleirital eita
høvdu, løgdu
og
søgdu.
Bend hesi trý sagnorðini, sum í navnhátti eita hava, leggja og siga!
navnháttur
nútíð eintal
tátíð eintal
tátíð fleirtal
at hava
hon
hon
tey
I...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...74
Powered by FlippingBook