40
Skrínið
Vit hava í hesum partinum arbeitt við hesum:
• bókstavaraðnum
• at benda sagnorð
• óbundnum og bundnum navnorðum
• beinleiðis og óbeinleiðis talu
• at seta spurnartekin
Hanna fer á bókasavnið í Fuglafirði. Hon ætlar sær at læna bókina „Regin og Sára”.
Hon veit, at Heine Hestoy hevur skrivað bókina, men hon veit ikki, hvar á bókasavninum,
bókin stendur. Hon fer til bókavørðin at fáa hjálp.
Kanst tú hjálpa mær
at finna bókina
Regin og Sára
Tað er gaman í, men eg
kann eisini læra teg at
finna bókina
Tú skalt fara til hillarnar
við føroyskum barna- og
ungdómsbókum. Har skalt tú
leita undir eftirnavninum á
rithøvundinum