50
Frágreiðing
Tað, sumger, at orðini broytast alt eftir, hvussu sagt verður, er, at vit hava fýra føll
– hvørfall,
hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall.
Navnorð verða eisini bend í
tali, óbundin
og
bundin!
So at vit lættari koma á, hvussu orðini eita í teimum ymisku føllunum, kunnu vit læra
okkum at
spyrja
og
svara!
Hvørfall:
spyr –
hvør
er har?
Hvønnfall:
spyr –
hvønn
sást tú?
Hvørjumfall:
spyr –
hvørjum
møtti tú?
Hvørsfall
: spyr –
hvørs
vegna?
Eisini er gott at duga nakrar reglur:
Øll navnorð enda við
-um
í
hvørjumfalli
í
fleirtali
og
-a
í
hvørsfalli fleirtali!
Vit fara saman at benda orðini
bátur
og
vinur
, tí at vit brúka tey sum mynstur fyri øll
navnorð í kallkyni, ið hava somu ymisku endingar sum tey bæði!
Torførast er
hvørsfalli,
tí at tað verður so sjáldan brúkt, men reglan fyri kallkynsorð, ið enda
við hjáljóði, er tann, at tá ið
hvørfall fleirtal
endar við
-ar
, so er
hvørsfalsendingin s
– (bátar,
báts
),
og tá ið
hvørfall fleirtal
endar við
-ir,
so er
hvørsfalsendingin í eintali – ar
– (vinir, vinar)!
Vit fara í felag at benda
bátur!
Minst til at benda hvørfall fleirtal, áðrenn tú bendir hvørsfall eintal!
føllini
spurningur
eintal
fleirtal
hvørfall
hvør er her?
ein bátur
fleiri bátar
hvønnfall
hvønn sást tú?
ein bát
fleiri bátar
hvørjumfall
hvørjum møtti tú? einum báti
fleiri bátum
hvørsfall
hvørs (vegna)?
báts
báta