Eg skrivi 5 - page 57

57
Fyrisøgn
Klaksvík, t. ______________
Góði Høgnar!
1
Bara ein lítil heilsa frá mær. Eg havi nakað stuttligt at siga tær. Fyri
2
einum mánaði síðan teknaði eg eina teknisøgu og skrivaði tekst
3
til eina kapping, sum Barnablaðið skipaði fyri. Í gjár kom bræv
4
við postinum. Brævið var frá Barnablaðnum. Eg tordi næstan ikki at
5
lata tað upp, men gjørdi tað kortini. Í brævinum stóð, at mín
6
teknisøga gjørdist nummar tvey í kappingini. Hvat heldur tú? Eg
7
eri bæði glað og errin.
8
Í næstu viku fari eg til Víkar at vitja Ásu. Hon hevur brotið beinið og
9
gongur á høkjum. Hon fær næstan einki gjørt. Tó var hon heppin
10
bara at bróta beinið í einum stað. Hon kundi eins væl eisini havt
11
brotið knæið ella lærið.
12
Eg komi skjótt til Vágs at ferðast. Nær kemur tú til Klaksvíkar?
13
Skriva skjótt aftur.
14
Blíðar heilsanir
16
Beinta
17
Í fyrisøgnini eru fýra hvørkikynsorð, sum eru
bundin
og enda við
-ið
.
Tey standa á hesum reglum: 5., 9. og 12.
_____________________ _____________________
_____________________ _____________________
Í fyrisøgnini eru 7
sernøvn
. Skriva tey her:
_______________________ _ ______________________ _ ____________________
_______________________ _ ______________________ _ ____________________
_______________________
I...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...74
Powered by FlippingBook