Eg skrivi 7 - page 41

41
Frágreiðing:
Sagnorð eru orð, ið siga frá eini hending ella rørslu. Sagnorð verða bend í háttum,
tíðum og tali!
Navnháttur endar við
-a
. Tú kanst seta
at
framman fyri navnhátt.
Dømi:
at renna
.
Lýsingarháttur í tátíð endar við
-t
,
-d
ella
. Tá havi, hevur, hava, hevði ella høvdu
standa framman fyri annað sagnorð í einum setningi, stendur seinna sagnorðið í
lýsingarhátti í tátíð.
Dømi: eg havi
runnið
.
Tá ið tú gevur eini boð, stendur sagnorðið í boðshátti. Boðsháttur í fleirtali endar
altíð við
-ið
.
Dømi:
Rennið
eftir bóltinum.
Set striku undir sagnorðini í hesum setningum!
Lat hurðina aftur!
Gev mær bóltin!
Rætt mær kjøtið!
Læs hurðina!
Legg húgvuna her!
Stoyt mjólkina úr kannuni!
Far út!
Renn avstað!
Svim skjótari!
Hesi sagnorðini standa øll í boðshátti eintali.
I...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...100
Powered by FlippingBook