Eg skrivi 7 - page 32

32
Bjargingin
Aftursøgn!
Tvær trøllkonur búðu við Fjallavatn í Vágum, onnur við Tormans-
1
gjógv og hin handan fyri vatnið
á Fjøllum
, sum hesin haga-
2
parturin kallast. Onnur teirra var lamin, og hon hevði lagt reyða stakk
3
sín á ein klett at sóla, tá ein maður úr Sandavági kom ríðandi har fram-
4
við. Maðurin tók stakkin og fór tvísporandi á rossinum burtur við
5
honum. Nú sá kellingin mannin og stakkin, sum hann hevði stolið
6
frá henni, men lamin sum hon var, orkaði hon ikki sjálv at renna eftir
7
honum og rópaði tí til trøllkonuna hinumegin vatnið:
Hjálp systir! Stíg,
8
stíg stórum!
Hon sum skjótast avstað eftir honum, og hann stórleyp-
9
andi undan á rossabakinum. So gekk, til hann kom út á Vatnsbrekku,
10
tá fóru bæði hann og ryssan at lúgvast. Har í brekkuni rann ein á, har
11
drukku tey bæði, og hann segði tá:
Hetta var mær sálarbót!
Og
12
síðan kallast áin Sálarbótará. Alla tíðina rann kellingin eftir honum og
13
vann meir og meir inn á hann. Tá ið hann var komin yvir um brekkuna,
14
var hon so nær, at hon náddi at tríva um stakkin og sleit hann frá
15
honum, tó so at stakkurin skrædnaði, og maðurin hevði aðra ermuna
16
eftir. Tá sást Miðvágs kirkja, og trøllkonan mátti tessvegna
17
flýggja aftur. Men henda stakkerman var so stór, at hon røkk
18
sundurskorin til altarklæði í øllum fýra kirkjunum í Vágum.
19
Í søgnini eru nevnd 8 ymisk sernøvn!
Skriva tey her:
______________________ _____________________
______________________ _____________________ ______________________
______________________ _____________________
______________________
I...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...100
Powered by FlippingBook