Eg skrivi 7 - page 24

24
Fyrstu dagarnir á oynni
Bólkurin hjá Høgnari er býttur sundur í fýra. Ein bólkur skal baka drýl, ein skal
fiska, ein skal royna at fáa epli til vega, og ein fæst við postarenning.
Høgnar er í bakibólkinum.Tilfarið og amboðini hevur bólkurin ognað sær, aftan á at
tey hava vunnið eina kapping í gjárkvøldið.
Tey sleppa at brúka ein ovn, ið er settur upp í einum húsum við vatnið.
Her er uppskriftin:
1
/
2
l av flógvum vatni
125 g av rugmjøli
2 tsk av natron
1 tsk av bakipulvuri
1 tsk av salti
uml. 500 g av hveitimjøli
Mannagongd:
Koyr vatnið í eitt ílat.
Blanda natron, bakipulvurið
og saltið upp í rugmjølið.
Rør tað í.
Elt so mikið av hveitimjølinum í,
at deiggið sleppir ílatinum.
Ger deiggið til ein drýl.
Legg á plátu við bakipappíri á.
Sker foyrur í drýlin.
Hita ovnin til 200 .
Baka mitt í ovninum í 60 min.
Set striku undir øll
sagnorðini
í mannagongdini.
Sagnorð eru orð, ið greiða frá eini
rørslu
ella
hending.
Sagnorðini í mannagongdini geva flestøll eini boð:
koyr, blanda, rør…
I...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...100
Powered by FlippingBook