Eg skrivi 7 - page 14

14
Fyrisøgn!
Flokkurin hjá Høgnari slapp á Robinsonleguna í Vágum. Tey vunnu
1
lutakastið á 10 øðrum skúlum í Føroyum. Tey komu til Vágar í
2
morgun og vóru væl móttikin av flokkinum av Giljanesi og svenska
3
og danska flokkinum, sum vóru komnir í gjár. Íslendski og grøn-
4
lendski flokkurin koma ikki fyrr enn seinni í dag við Atlantsflogi
5
úr Íslandi og norski flokkurin við Norrønu úr Noregi í morgin.
6
Legan verður ikki sett, fyrr enn allir flokkarnir eru komnir, so fyrsta
7
dagin er eingin rættilig skrá.
8
Høgnar heldur tað vera stuttligt at møta øllum norðurlendsku næming-
9
unum, og hann roynir at práta við so nógv sum gjørligt. Hann heldur
10
tað vera lætt at tosa danskt, men hann hevur eitt sindur torført við
11
at skilja tað svenska. Hann stúrir eitt sindur fyri at møta íslendsku
12
næmingunum, tí at hann heldur íslendska málið vera sera torført at
13
skilja.
14
Í fyrisøgnini eru 9 ymisk sernøvn!
Skriva tey her:
______________________ _____________________ _____________________
______________________ _____________________ _____________________
______________________ _____________________ _____________________
Í fyrisøgnini eru nøkur lýsingarorð, sum vísa, hvørji lond talan er um:
Skriva tey her:
___________________________________ ___________________________________
___________________________________ ___________________________________
___________________________________ ___________________________________
I...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...100
Powered by FlippingBook