Eg skrivi 7 - page 10

10
Fyrisøgn!
6. flokkur í Vági hevur søkt um at sleppa við til eina spennandi
1
legu, ið verður í Vágum í juni mánaði. Hetta er ein lega við lut-
2
takarum úr fleiri ymiskum londum.
3
Endamálið við leguni er, at børnini skulu royna at ganga í fóta-
4
fetum Robinsons, t.d. skulu tey sjálv syrgja fyri at gera sær
5
bústað, skaffa sær mat og matgera, meðan lærarar í Vágum
6
taka sær av ymiskum uppgávum, ið børnini skulu gera á leguni.
7
Høgnar vónar, at hansara flokkur sleppur á leguna, men hann veit,
8
at nógvir flokkar í Føroyum hava søkt um at sleppa við. Hann
9
hevur hoyrt, at 6. flokkur á Giljanesi skal vera við á leguni. Hetta
10
er longu avgjørt, tí hesin flokkur verður vertsflokkur. Høgnar kennir
11
tvey børn, ið ganga í 6. flokki á Giljanesi, Høgna og Silju. Tey hava
12
sagt honum, at á leguni verður møguleiki fyri útferðum og kapping-
13
um, ið eru bæði spennandi og mennandi.
14
Frágreiðing!
Afturbeindu fornøvnini eru
og
sum
!
Tey vísa aftur á eitt ella fleiri orð, sum eru nevnd frammanfyri.
Dømi:
Eg sá drongin,
sum
vann í Gekkinum.
Gentan,
rann skjótast, hevði tíðina 20 minuttir og 10 sekund.
Fólkini,
sum
búðu í húsunum, vóru ikki inni.
Tá ið vit kunnu seta
sum
í staðin fyri
og øvut, er talan um afturbeind fornøvn. Vit
seta altíð komma framman fyri afturbeind fornøvn!
Í fyrisøgnini verður afturbeinda fornavnið nýtt fýra ferðir.
Skriva setningarnar við afturbeindu fornøvnunum frá punktum til punktum ella frá
komma til punktum!
___________________________________________________________________________
___________________________________________________________________________
___________________________________________________________________________
Í fótafetum Robinsons
I...,II,1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...100
Powered by FlippingBook