Eg skrivi 7 - page 7

7
Nakrar eru beinleiðis knýttar at mál-
læruni, arbeitt verður við, aðrar ikki. Til
ber tí at siga, at um næmingarnir ikki
hava tíð at arbeiða við hesum uppgávum
í skúlanum, kunnu teir gera tær lidnar
heima við hús. Tó haldi eg, at næmingar-
nir eiga at sleppa at loysa hesar uppgávur
í skúlanum eisini, kanska serliga tí, at
hesar uppgávurnar eru øðrvísi enn hinar.
Í hesum heftinum eru nakrar síður við
eykauppgávum
. Ætlanin við hesum síðum
er, at næmingar, ið arbeiða skjótt, kunnu
halda á at arbeiða á eykasíðunum, tá ið
teir eru lidnir við tað, teir skulu gera. So-
leiðis slepst kanska undan, at skjótir
næmingar sita og bíða eftir hinum. Eyka-
uppgávurnar aftast í bókini eru sostatt
ikki ætlaðar øllum næmingunum.
Í innihaldsyvirlitinum ber til at síggja,
hvørjum mállæruevni arbeitt verður við í
hvørjum einstøkum parti.
Vegleiðing
er skrivað í hvørjum heftin-
um sær (í hesum heftinum á bls. 94-100. Í
vegleiðingini verður greitt frá, hvussu
høvundurin hevur hugsað sær, at arbeið-
ast kann við teimum ymisku síðunum,
hvussu uppgávurnar kunnu loysast og í
einstøkum førum, hví uppgávurnar er
júst soleiðis gjørdar og ikki øðrvísi.
Vónandi fara EG SKRIVI-bøkurnar at
stuðla og eggja næmingunum at kunna
seg væl og virðiliga um tað føroyska mál-
ið, her undir føroyska mállæru og rætt-
skriving, so at næmingunum fellur lætt
og raðið at orðbera seg á góðum og tíðar-
bærum føroyskum máli, bæði í talu og
skrift.
Høvundurin
I,II,1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...100
Powered by FlippingBook