Eg skrivi 7 - page 6

6
Formæli
EG SKRIVI 7, við undirheitinum:
Skrivligt
føroyskt til miðdeild,
er 7. bókin í røðini av
rættskrivingar- og mállæruheftum til
miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini
eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men
kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki
(ella seint í 4. flokki) upp í 7. ella 8. flokk,
so sum lærarin heldur vera hóskandi.
Væntandi verða eini 2-4 hefti árliga alt
eftir, hvussu stór heftini verða, og nær ið
byrjað verður í miðdeildini.
Í øllum mállæruheftunum verða mál-
læruuppgávur, fyrisøgn, uppgáva til fyri-
søgn, aftursøgn og ymsar stuttligar upp-
gávur.
Mállæran í EG SKRIVI 7 byggir á tað,
sum næmingarnir hava lært í teimum
fyrru bókunum.
Gjøgnum alla bókina havi eg lagt dent á
at fáa næmingarnar at skilja tað, teir gera,
heldur enn at teir t.d. benda eina ør-
grynnu av orðum uttan at hugsa um, hví
hesi orð verða bend so ella so.
Í øllum bókunum eru partar, nevndir
Skrínið
. Hesir partar taka saman um
tað, ið næmingarnir áður hava arbeitt við,
so til ber at fylgja við, um næmingarnir
minnast til tað, sum teir hava lært.
Fyrisagnirnar eru gjørdar sum innskriving-
arfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum.
Men er onkur næmingur, ið er førur fyri
at skriva fyrisøgnina sjálvur, ber sjálvandi
til, at næmingurin skrivar fyrisøgnina í
eitt skrivihefti. Summar fyrisagnir eru so
mikið langar, at tær verða ikki skrivaðar í
einum. Her veldst um hvønn einstakan
lærara, um hann skrivar fyrisøgnina í
tveimum, ella um hann heldur loypur
okkurt um.
Gjørt verður vart við, at fyri-
sagnirnar, so sum tær eru ætlaðar at skriva á
teimum báðum torleikastigunum, eru lagdar
hjá í hesari útgávuni.
Fyrireikandi uppgávur eru til allar fyri-
sagnir. Her eigur at verða lagdur stórur
dentur á, at næmingarnir stava orðini
rætt í sjálvari fyrireikingini.
EG SKRIVI umfatar ta mállæru og rætt-
skriving, sum eftir leiðbeinandi lesiætlan
krevst til miðdeild fólkaskúlans.
Heftini eru býtt sundur í partar, ið hava
somu heiti sum partarnir í teimum trim-
um
Kom og skriva
-bókunum. Hava
næmingarnir arbeitt við hesum mállæru-
heftum, sum nú verða givin út, kunnu
lærari og næmingar vera vísir í, at næm-
ingarnir t.d. hava lært at finna umsøgn og
grundlið, áðrenn teir verða bidnir um tað
í
Kom og skriva
-bókunum.
Lat meg leggja dent á, so at eingin mis-
skiljing skal vera, at tað ber væl til hjá
øllum næmingum at arbeiða við EG
SKRIVI-heftunum, sama um teir brúka
omanfyri nevndu bókarøðina ella ikki.
Hóskandi er, at 1-2 undirvísingartímar
verða nýttir um vikuna, alt eftir hvussu
langir partarnir eru, og um fyrisøgn ella
aftursøgn er við í partinum. Til ber eisini
at lata næmingarnar fyrireika fyrisøgnina
heima við hús, sjálvandi skulu tá bert tey
orð fyrireikast, ið næmingurin skal skriva
í fyrisøgnini.
Tær stuttligu uppgávurnar – so sum
krossorð, orðagátur, villiniborgir og upp-
gávur at finna villur – eru eykauppgávur.
I,II,1,2,3,4,5 7,8,9,10,11,12,13,14,15,16,...100
Powered by FlippingBook