Eg skrivi 7 - page 54

54
Ein lutur sigur sína søgu
Fyrisøgn
Eg eri ein ullint troyggja. Eg búgvi í Vági. Hvørt kvøld liggi eg
1
á eini hill í gongini hjá Høgnari og teimum. Eg bíði alla náttina
2
eftir næsta degi. Eg gleði meg altíð til morgunin, tí so sleppi eg
3
kanska við Høgnari í skúla, út at spæla, í høllina ella onkra aðra-
4
staðni.
5
Ofta letur hann seg heldur í jakkan enn í meg. Tá rópi eg so hart,
6
eg orki, tí eg tími ikki at liggja einsamøll á hillini allan dagin. Eg
7
verði so ørg, at eg við vilja detti av hillini. Eg fái ilt, men tað leggi
8
eg einki í. Eg ætli at vísa mína ónøgd.
9
Eg havi ikki altíð búð í Vági, tí Høgnar hevur fyrr búð í Klaksvík.
10
Omma Høgnar hevur bundið meg. Tað var ein strævin tíð. Omman
11
hevði fyrst kastað ov nógv eygu uppá. Eg var alt ov stór til Høgnar.
12
So rakti hon meg uppaftur og byrjaði av nýggjum. Eg havi upplivað
13
nógv millum ár og dag, men einki so keðiligt sum at verða rakt upp.
14
Høgnar var glaður, tá hann fekk meg, og var í mær hvønn dag. Tað
15
var ein góð tíð.
16
Nú liggi eg og keði meg. Ofta ynski eg, at Høgnar gevur onkrum
17
øðrum meg. Um so er, sleppi eg kanska til okkurt annað land.
18
Kanska komi eg til eitt barn, sum hevur brúk fyri mær. Eg vóni, at
19
so verður.
Frágreiðing:
Tá ið
1. persónur,
t.e.
eg,
fremur sagnorðið í
nútíð,
endar sagnorðið við
-i
!
Dømi: eg gang
i
, eg sit
i
, eg drekk
i
, eg svimj
i
Finn í fyrisøgnini 18 sagnorð, sum standa í
1. persóni í nútíð.
Tey standa á 1., 2., 3., 6.,
7., 8., 9., 10., 17. og 19. reglu
I...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...100
Powered by FlippingBook