Eg skrivi 7 - page 59

59
Út at ferðast
Fyrisøgn
Ålborg, t. 15. mai 2_____
Hey, 7. flokkur í Fuglafjarðar skúla!
Nú styttist tíðin, til tit koma til Danmarkar at vitja okkum. Vit hava
1
lagt eina skrá fyri dagarnar her niðri, og vit vóna, tit halda hana vera
2
í lagi. Vit koma eftir tykkum við bussi til Hanstholm. Vit vera har, tá
3
ið Norrøna leggur at.
4
Tá ið vit koma til Ålborg, fara vit í skúlan, har sum foreldur okkara
5
bíða eftir okkum. Vit senda tykkum eina orðauppgávu við
6
nøvnunum á øllum teimum donsku og føroysku børnunum. Loysa
7
tit hana rætt, síggja tit, hvørjum tit skulu búgva hjá.
8
Sunnudagin er ætlanin at fara til Skagen. Viðrar, ganga vit út á Grenen,
9
sum er tað norðasta av Danmørk. Á veg aftur koyra vit til Hirtshals,
10
har sum vit fara at vitja Norðsjóvardepilin. Har er møguleiki at síggja
11
hópin av fiskasløgum.
12
Mánadagin fara vit í Tivoli og týsdagin í miðbýin. Mikudagurin er
13
frídagur, men ætlanin er at hava hugnakvøld í skúlanum mikukvøldið.
14
Vit fara at gera mat saman, onkur bólkur skal skipa fyri skemti, onkur
15
annar fyri sangi, og ein bólkur skal hava diskotek.
16
Hósdagin og fríggjadagin ætla vit at vísa tykkum donsku náttúruna.
17
Her hava vit serliga hugsað um skógin og strondina.
18
Vit gleða okkum, til tit koma.
19
Blíðar heilsanir
20
7. A í Mellervang skúlanum í Ålborg
Frágreiðing!
Sernøvn
verða skrivað við stórum. Sernavn er navnið á onkrum, tað kann vera á
fólki, bygd, býi, landi, steini, skipi ella fjalli.
Í fyrisøgnini eru 11 sernøvn. Skriva tey her:
______________________ ______________________ ______________________
______________________ ______________________ ______________________
______________________ ______________________ ______________________
______________________ ______________________
I...,49,50,51,52,53,54,55,56,57,58 60,61,62,63,64,65,66,67,68,69,...100
Powered by FlippingBook